Sangløta
1.
Sildavalsurin
Orð: P.A.Joensen & O. Hermannsson
Skútur brátt stevna av firði út,
ta norðhavssild at fanga.
Skiparin rópar um stýrhúsrút:
»Hey! latið springið ganga!«
Koyrið so á motorin,
snotulig skútan er vorðin.
Setur so kós í ein landnyrðing,
loggið bert snurrar ein sólarring.
Skiparin sjógvin gradar,
brúkar sekstant og radar.
»Gerið nú greitt bæði trossar og gørn,
tí nú setast skal!«
Setan var góð, væl teir fingu í
á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út,
við tunnum verður knípið.
Avhøvda flestu og gelda,
arðir teir salta og skelda.
Kokkurin gamli tó glaður er:
»Komið nú allir og skaffið her,
borðiskin havi eg djúpan,
kom fá tykkum sildasúpan,
hon stimbrar og hitar hvønn einasta
kropp, sum nú kropin er!«
Sigla so innaftur leygarkvøld,
teir glaðir munnu sjunga.
Harmonikan áður so deyð sum sild
man út í dansin runga.
Ruski og polski har snurra,
norðmenn og sviar, sum murra.
Har er bert ruðul og eingin kós,
stúgvandi fult eins og sild í dós.
Har eru sildaknassar
umframt teir sildabassar,
sum gørn teirra seta og fanga sær
sprund nú eitt leygarkvøld.
2.
Halt út, halt út á hav!
Orð: Mikkjal Dánjalsson á Ryggi
Halt út, halt út á hav!
Í nátt er heiðursveður,
og rákið norðanav
so spakt um mánan dregur.
Bátin út og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
Hann glíður væl um gátt,
í vørrini er ísur,
tó bilar ei í nátt;
tí hálvur mánin lýsir.
Fír á flot og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
Øll línan engd við sild.
Nú streymurin er bestur,
vit seta eftir vild,
har fiskurin er mestur.
Árar út og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
Á Heðisnmið og Hít
og Heinafellisgrunni
hann tættur stóð við lít,
ja, líka út av Drunni.
Seglið upp og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
Av tindum og á sker
nú glitrar bjartur kavi,
frá hesi føgru verð
vit stunda út á havið.
Kraft í hvørjum áraslag,
vit vænta fong í dag.
Tað blaktrar undir rá,
set skeytið longur aftur,
so liggur betur frá. –
Nú loypur hann so lættur,
sum eitt fok hann fer av stað
at veiða fong í dag.
3.
Skiparin lítli
Orð: Oskar Hermannsson
Lag: Jógvan T. Joensen
Í ánni siglir skipið mítt
við segl og mastrartræi,
Flaggið reytt og blátt og hvítt,
: hátt í hún eg dragi.:
Laði í tað áarsand,
eyr og smáar steinar,
Sigli út í annað land,
: leggi leiðir beinar :
Har sum sólin kínir klett,
kátir fuglar syngja,
bladursbráin prýðir blett,
: bláklokkurnar ringja.:
Fara vit so langan veg
At hinum áarbakka,
Siglingin hon møðir meg,
: tá sólin fer at lækka. :
Á heimleið gleða allir seg,
eingin maður kúrir,
skipari tað eri eg
: lítli fitti Sjúrður.:
Leggi inn á kenda vág,
skipið fyri teymi,
heima halli høvur á –
: berist burt í dreymi. :
4.
Katrin
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag : Regin Dahl
1.
Katrin býr á strondini – og Katrin hon er fitt.
Sunnukvøld í dansinum eg havi hana hitt.
Katrin læar hjartaliga – dansar lætt avstað –
Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað.
2.
Katrin eigur ikki jørð og neyvan borð og disk,
strevast við at vaska posar og at turka fisk.
Sólin brennir brúnan kinn og bleikir gula hár,
kagar inn í eyguni, so djúp, so rein og klár.
3.
Situr hon á sandinum so mangan sólskinsdag,
sær hon, hvussu skipini tey sigla sær avstað.
Dúka segl, og blaktra fløgg, og hoyrist mannamál,
Katrin verður droymandi og eym í síni sál.
4.
Tí við einum skipi hennar besti vinur fer.
Sørin millum fiskigarpar royndur maður er.
Kvøldið eitt úr dansinum hann fylgdi henni heim,
mánin reis um fjalltrom og lýsti fyri teim.
5.
Sørin bar fram bønarorð, og Katrin segði: ”Ja.”
”Vilt tú gerast kona mín?” ”Ja, eg vil verða tað.”
Áttu tey so saman eina hugnaliga stund;
og nú hevur Sørin keypt sær við og húsagrund.
6.
Sørin er í Íslandi – í Íslandi er kalt.
Sørin fiskar íslandstosk og leggur hann í salt.
Fýkur fonn um jøkulsrond og skyggir hvítt í líð,
leingist honum hjartaliga eftir siglingstíð.
7.
Katrin býr á strondini, og Katrin hon er glað,
minnist tað, sum Sørin segði síðsta siglingsdag:
”Katrin mín, nú fari eg, tú bíðar eftir mær.”
”Ja, ja, góði Sørin, tú, eg bíði eftir tær.”
5.
Seg lágt yvir hav
Orð: G. L. Samuelsen
Seg lágt yvir hav hevur kvirran seg lagt
hann stendur har frammi aleina á vakt,
eitt eystanlot leikar við kinn hans og hár
og turkar av eygum eitt longsulsins tár.
Hann sær handan alduna heystarlig tøk
tær heimligu líðir – tann nýslidna bø,
har genturnar leika til látur og spæl
ein er millum teirra, ið hann dámar væl.
Man hon kanska onkuntíð støðga eitt bil
og veingja eitt loyndarsmíl Grønlandi til,
og tíða teir dreymar og gita tey orð,
sum følna á landi, men blóma umborð.
6.
Seinasta vaktin
Orð: Harry Birtilíð
Lag: am. fólkalag
Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð,
hann var gamal og lá til at doyggja,
men hann teskar tó enn hesi orð.
Leið meg einaferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt.
Lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kei hevur lagt.
Hetta far varð mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð,
nú til hvíldar eg ruraður blívi
mína seinastu frívakt umborð.
Tá mín dekksvakt er komin at enda
og mítt tørn til at stýra er av,
vil eg ongantíð heim aftur venda
til tað stóra og brúsandi hav.
7.
Í góðum veðri hann dyrgdi
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Í góðum veðri hann dyrgdi
heilt uppi við Eystfalssker;
og heima sat mamman og syrgdi,
so boysin tann pilturin er.
Men seinni hann fór út at trola
og legði so langt út á hav,
har stórir sjógvar teir skola
og snýsa so mangt omanav.
Í Skotlandi seldu teir fiskin,
har fekk hann ein góðan vin,
hon stóð har og flenti við diskin
har suðri í Aberdeen.
Tá átti hann peningar nógvar,
og hartil var lyndið lætt,
og henni keypti hann skógvar
og hartil ein reyðan hatt.
Men brátt mundi gentan hann narra,
tað tók honum dygt og tætt.
Á havinum ryturnar karra
og flúgva úr ætt í ætt.
Tá var tað hann skifti hýru
at slíta tey trongu bond
og sigldi við Óla á Mýru
heilt suður í onnur lond.
So var tað ein dagin, teir lógu
við brúnna í Singapore,
eina føroyska skútu teir sóu,
og skiparin kom umborð.
Tá stóð hann og longdist og syrgdi,
so lítil var vorðin verð.
Hann mintist til drongin, sum dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.
Har frammi teir gjørdu eitt gildi,
og har fór mangt glasið í sor;
men tá ið teir heim aftur hildu,
var drongurin við umborð.
Teir bógvaðu gjøgnum monsunin,
og ofta var ódnin hørð;
men altíð so áttu teir munin
og komu á Skálafjørð.
So róði hann sær til Havnar,
og mamman fekk silkistakk.
Ja, so gera slíkir stavnar,
sum sigla og liggja bakk.
Hann húsini bræddi og girdi,
so vøkur tann lonin er. –
Í góðum veðrið hann dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.