viðtøkur

Viðtøkur fyri Føroya Sjómannadag

§ 1 Stovnurin Føroya Sjómannadagur er sjálvsognarstovnur við heimstaði og høvuðssæti í Klaksvík.

§ 2 Endamál Endamál er at at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.

§ 3 Aðalfundur Aðalfundurin verður á hvørjum ári í mars mánaði. Aðalfundurin skal verða fráboðaður nevndini 14 dagar frammanundan Um 1/3 av nevndini biður um tað, kann kallast saman til eykaaðalfundar. Eykaaðalfundurin skal verða fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.

Á aðalfundinum skal henda skrá vera:

1) Velja orðstýrara.

2) Frágreiðing frá formanninum fyri farna árið.

3) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

4) Nevndarval.

5) Val av grannskoðara

6) Eftirmeting og innkomin mál

7) Ymiskt

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum.

Hann kann vera nevndarlimur.

Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt.

Atkvøðast kann sambært fulltrú.

Fundarstjórin ger av gildi hennara.

§ 4 Nevnd

Evsta vald Føroya Sjómannadagur er nevndin fyri stovnin, sum telur 10 limir.

Fyrsta nevndin verður vald av fyrireikingarnevndini av Føroya Sjómannadag í 2008.

Nevndarlimir verða valdir, og standa 3, 3 og 4 fyri vali 3. hvørt ár.

§ 5 Skipan av nevnd

Nevndin skipar seg sjálv við formanni/ kassameistara, næstformanni, skrivara.

Starvið sum limur í nevndini er ólønt.

§ 6 Tekning

Samlaða nevndin bindur stovnin í sambandi við keypssáttmálar, ognarskjøl, skuldarbrøv og onnur bindandi skjøl. Í øðrum førum verður stovnurin bundin av undirskrift hjá av 2 limum í nevndini í felag.

§ 7 Heftilsi

Stovnurin heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra stovninum til.

Nevndarlimir hefta ikki persónliga fyri stovnsins skyldum.

§ 8 Roknskapur

Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið.

Fyrsta roknskaparár er frá stovnan stovnsins og til 31. desember 2008.

Roknskapurin hjá Føroya Sjómannadagur verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum grannskoðara, sum nevndin velur fyri eitt ár í senn.

Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.

§ 9 Upploysn

Føroya Sjómannadagur kann verða upployst, um minst 7 nevndarlimir atkvøða fyri tí. Verður stovnurin upploystur, skulu ognir stovnsins verða lætnar Einkjugrunninum.

§ 10 Broytingar

Viðtøkurnar kunnu einans verða broyttar, um minst 7 nevndarlimir eru fyri tí.

Soleiðis góðtikin av nevndini fyri Føroya Sjómannadagur á fundi 20. nov 2009.

Broytingar: Broyting nr. 1 frá 24. mars 2023, har § 4 skal ljóða soleiðis:

Evsta vald Føroya Sjómannadagur er nevndin fyri stovnin, sum telur 3 limir.

Nevndarlimir verða valdir, og standa 1, 1 og 1 fyri vali 3. hvørt ár.

Broyting nr. 2 frá 24. mars 2023,

§ 9 skal ljóða soleiðis:

Føroya Sjómannadagur kann verða upployst, um minst 3 nevndarlimir atkvøða fyri tí.

Broyting nr. 3 frá 24. mars 2023,

§ 10 skal ljóða soleiðis:

Viðtøkurnar kunnu einans verða broyttar, um minst 3 nevndarlimir eru fyri tí.