viðtøkur
Viðtøkur fyri Føroya Sjómannadag
§ 1 Stovnurin
Føroya Sjómannadagur er sjálvsognarstovnur við heimstaði og høvuðssæti í Klaksvík.
§ 2 Endamál
Endamálið er, at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.
Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum tiltaki.
§ 3 Aðalfundur
Aðalfundurin verður á hvørjum ári í mars mánaði. Aðalfundurin skal vera fráboðaður nevndini 14 dagar frammanundan. Um 1/3 av nevndini biður um tað, kann kallast saman til eykaaðalfundar. Eykaaðalfundurin skal verða fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.
Á aðalfundinum skal henda skrá vera:
1) Velja orðstýrara.
2) Frágreiðing frá formanninum fyri farna árið.
3) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4) Nevndarval.
5) Val av grannskoðara
6) Eftirmeting og innkomin mál
7) Ymiskt
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum.
Hann kann vera nevndarlimur.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt.
Atkvøðast kann sambært fulltrú.
Fundarstjórin ger av gildi hennara.
§ 4 Nevnd
Evsta vald Føroya Sjómannadagur er nevndin fyri stovnin, sum telur 5 limir
Fyrsta nevndin varð vald av fyrireikingarnevndini av Føroya Sjómannadegi í 2008.
Nevndarlimir verða valdir á aðalfundi, og standa fyri vali á hvørjum ári. Nevndarbroytingar, afturval ella nýval skulu vera nevndini í hendi 14 dagar frammanundan aðalfundin.
§ 5 Skipan av nevnd
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og miðlasamskipara.
Starvið sum limur í nevndini er ólønt.
§ 6 Tekning
Samlaða nevndin bindur stovnin í sambandi við keypssáttmálar, ognarskjøl, skuldarbrøv og onnur bindandi skjøl. Í øðrum førum verður stovnurin bundin av undirskrift hjá av 2 limum í nevndini í felag.
§ 7 Heftilsi
Stovnurin heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra stovninum til.
Nevndarlimir hefta ikki persónliga fyri stovnsins skyldum.
§ 8 Roknskapur
Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið.
Fyrsta roknskaparár er frá stovnan stovnsins og til 31. desember 2008.
Roknskapurin hjá Føroya Sjómannadagur verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum grannskoðara, sum nevndin velur fyri eitt ár í senn.
Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.
§ 9 Upploysn
Føroya Sjómannadagur kann verða upployst, um minst 5 nevndarlimir atkvøða fyri tí. Verður stovnurin upploystur, skulu ognir stovnsins verða latnar Sjómanskvinnuringinum.
§ 10 Broytingar
Ein samd nevnd skal broyta viðtøkurnar.
Soleiðis góðtikin av nevndini fyri Føroya Sjómannadagur á fundi 06. mars 2024.