Høvuðsstuðlar
Stuðlar
Kappingar
Føroyameistarakapping
Vinda hespu upp í noða
Føroyameistarakapping
Kassastáplan
Føroyameistarakapping
Agnskering
Føroyameistarakapping
Egning
Føroyameistarakapping
Trolbøting
Føroyameistarakapping
At halda dregg
Føroyameistarakapping
Sjómanstak
Føroyameistarakapping
Ímillum skipsmanningar, 8 pers pr. lið
Køkukapping
Kanska føroya størsta køkukapping
Svimjikapping
Um Vágna
Fiskikapping
Kappingin er fyri øll børn, og kappast verður í tveimum sldursbólkum, børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldri. Umframt at kappast verður um at fiska størsta fiskin.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við og bjargingarvest.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3.
Steyp verður latið til tann, ið sikar størsta fiskin.
Stórt vatnkríggj
Skip og bátar taka fólk umborð á Kósabrúnni, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni.
Brimil liggur á krígsøkinum og smærri go størri bátar sigal ímóti klokkuni runt um Brimil og fram við sløkkiliðsbilunum á vesturbyrggjuni.
Á vestrusíðuni skipar Kapain Gardar fyri vatnkríggi fyri smærri børnum og øðrum, ið ynskja at vera á landi.
Endamál
Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.
Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.
Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.
Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.