Skráin
Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2026
Klaksvík · 17.–23. august 2026
Føroya
Sjómannadagur
Familjudagar við mentanartiltøkum, kappingum, undirhaldi, framførslum, góðum mati og hugna fyri bæði børn og vaksin. Alt er sjálvsagt ókeypis.
Norðlýsið sendir beinleiðis leygardagin 22. aug FM 98,7nordlysid.fo
Mánadagur · 17. august
Fiskivinnutingið
Vísundin, Vinnan og politiski viljin um botnfiskiskapin
KG Hotel
Meira virði úr føroyska botnfiskiskapinum — hvat krevur tað? Botnfiskiskapurin er í einari spennandi men avbjóðandi støðu. Betri marknaðarprísir, sterkari fiskastovnar og stórar íløgur í nýggj skip geva nýggjar møguleikar.
Lýsing
Týsdagur · 18. august
Framløgur á KG Hotel
Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning
KG Hotel
ST gjørdi av, at árini 2021–2030 skuldu vera „Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning“. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiðir frá tættir í átakinum og um føroysku luttøkuna, sum verður samskipað við Grønland og Danmark.
Hvussu stendur til í føroyskum fiskiskapi?
KG Hotel
Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, leggur fram eina støðulýsing við serligum denti á botnfiskiskap — gongdin í flotanum, fiskidøgum, veiðu og avreiðingum, føroyskan línufiskiskap og útlendska veiðu í føroyskum øki.
Mikudagur · 19. august
Eitt langt lív á sjónum
Jóan Petur Klein — samrøða á KG Hotel
KG Hotel
Blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, tosar við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum. Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988. Eisini verður hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík.
Hósdagur · 20. august
Fótbóltur
Kí - Riga FC
Fríggjadagur · 21. august
Fiskikapping & vatnkríggj
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn
Kósabrúgvin
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Møtið í góðari tíð. Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.
Nærri lýsing
Stórt vatnkríggj — skip, bátar og á landi
Á Vágni & á vestursíðuni
Skip og bátar leggja at Kósabrúnni, taka fólk umborð, og so verður kríggjast millum bátarnar á Vágni. Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka. Kríggið endar, tá sjóverjuskipið blæsur tríggjar ferðir við skipslúðrinum.
Nærri lýsing
Leygardagur · 22. august
Sjómannadagurin
Á stóra palli
Á Silvapallinum
Barnaøkið
Á økinum
Í stóra tjaldinum
Á sjónum
Sunnudagur · 23. august
Gudstænasta & sjómansmøti
Sjómansgudstænasta v/Marjuni Lómaklett. Gudstænastan verður útvarpað
Christianskirkjan
Sjómansmøti
Kfum & K Klaksvík
Øll hjartaliga vælkomin.
