Høvuðsstuðlar


Aðrir góðir stuðlar

Kappingar

Føroyameistarakapping
Vinda hespu upp í noða

Føroyameistarakapping
Kassastáplan

Føroyameistarakapping
Agnskering

Føroyameistarakapping
Egning

Føroyameistarakapping
Trolbøting

Føroyameistarakapping
At halda dregg

Føroyameistarakapping
Sjómanstak

Føroyameistarakapping
Ímillum skipsmanningar, 8 pers pr. lið

Køkukapping
Kanska føroya størsta køkukapping

Svimjikappin
Um vágna

Fiskikapping
Kappingin er fyri øll børn, og kappast verður í tveimum aldursbólkum, børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldri umframt, at kappast verður um at fiska størsta fiskin.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við og bjargingarvest.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3.Steyp verður latið til tann, ið fiskar størsta fiskin.

Stórt vatn kríggj
Skip og bátar taka fólk umborð á Kósabrunni, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni.
Brimil liggur á krígsøkinum, og smærri og størri bátar sigla ímóti klokkuni runt um Brimil og fram við sløkkiliðsbilunum á vesturbryggjuni.
Á vestursíðuni skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggi fyri smærri børnum og øðrum, ið ynskja at vera á landi.
Endamál
Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.
Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.
Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.
Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.



