Um

Endamál

Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.

Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.

Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.

Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.

Nevndin hjá Føroya Sjómannadag

Eyðstein Poulsen, chairman, Rannvá Isaksen, Ivan Isaksen, Jóhann Lützen og Jógvan Skorheim.

Sambært reglugerðini fyri Føroya Sjómannadag, er nevndararbeiðið ólønt.

Høvuðs stuðlar

Klaksvíkar Kommuna
Norðoya Sparikassi
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið